North Cotes College

North Cotes College er ein bíbliuskúli hjá New Tribes Mission. Skúlin liggur tætt við Grimsby í Lincolnshire í Onglandi. Sum næmingur á North Cotes College býr man á hugnaliga campus-økinum saman við fólki úr nógvum ymiskum londum. Tú lærir eina ørgrinnu av versum uttanat og fært grundiga undirvísing í nærum øllum bókum í bíbliuni umframt at ymisk evni verða gjøgnumgingin fyri seg.

Á North Cotes College fært tú eitt gott grundarlag at fara út í trúðboðanararbeiði, ella til framtíðar tænastu í samkomuni tú ert partur av í Føroyum. Tú fært nógv gott við í skjáttuna, sum tú kemur at gagnnýta av restina av lívinunum.

Biblical studies

Biblical studies er fyrsta árið á bíbliuskúlanum.

Her verða nærum allar bøkurnar í bíbliuni gjøgnumgingnar – summar vers fyri vers og summar meira yvirornað. Tú fært góða undirvísing frá lærarum við drúgvum royndum á missiónsmarkini og tú fært vinarbond fyri lívið.

Cross Cultural Communications

Cross Cultural Communications er næsta árið á North Cotes College.

Her lærir tú um lívið sum trúðboðari. Tú lærir at tilpassa teg nýggjar kulturar, og hvussu tú best kanst boða evangeliið til fólk, ið ongantíð hava hoyrt tað fyrr. Eisini fært tú undirvísing í hvussu mál eru uppbygd og lærir at nýta ymiskar hentleikar til at læra mál skjótari og til at kunna gera skriftmál og týða bíbliuna til mál, ið verða tosaði í ættarbólkunum.

Applied Lingustics

Applied Linguistics er triðja árið á North Cotes College.

Hettar árið er fyri tann málkøna. Her verður farið í dýpdina við máluppbygnaði, skriftmálum og øðrum, sum útbúgva næmingin til at gera skriftmál og bíbliutýðingar umframt at kunna hjálpa øðrum trúðboðarum við hesum uppgávum.

Nógvir føroyingar hava verið á skúlanum ígjøgnum tíðina. Niðanfyri síggjast frásagnir frá nøkrum teirra.

Á North Cotes College fara vit í dýpdina við orðinum og eftir 12 ár sum lærari har, er tað mín erfaring, at næmingurin fær eitt gott grundarlag til framtíðar tænastu.

Ingvard Petersen

Varðandi vinarløg, fantastiskur lærdómur frá erfarnum fólki og eitt tættari samfelag við Gud eru bara nøkur av teimum tingunum, sum eg tók við frá bíbliuskúlanum.

Annika Wolles Ljósheim

Vit eru Harranum takksom fyri fantastisku tíðina á bíbliuskúlanum, sum gav okkum kvalitetstíð saman sum familja, góða bíbliuundirvísing og vinir fyri lívið.

Vónbjørt og Djóni Thomassen

Tað var ein avbjóðandi tíð har eg lærdi nógv um Gud sum eg ikki vitsti, og eg haldi tað er eitt tað besta valið eg nakrantíð havi tikið. Tað var mær ein so stór signing at sleppa at seta tíð av í næstan eitt heilt ár, har eg kundi brúka meir tíð uppá Hann sum hevur gjørt so nógv fyri meg.”

Petur Bjarnaskor Poulsen