Stuða arbeiðinum

Trúðboðaraarbeiði er ikki bert at fara til fjarskotin støð við gleðiboðskapinum. Nógv fyrireiking krevst og nógvur stuðul krevst. Og tað kostar. Tískil er ein sera stórur og týðningarmikil partur av trúðboðan, at geva. Tann, sum gevur, hevur sostatt ein stóran leiklut í arbeiðinum uttan sjálvur at vera har. Og hetta kunnu vit øll gera – eftir førimuni.

Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!

2 Kor. 9,7

Ynskir tú at stuðla einum ávísum trúðboðara peningaliga, kanst tú flyta peningin á konto 9181-4953233 í Betri Banka (Samkoman Ebenezer). Minst til at viðmerkja fornavn og eftirnavn á trúðboðaranum, ið tú ynskir at stuðla.

Ein annar, eisini sera týðningarmikil máti, at stuðla trúðboðaraarbeiði er við bøn.

(…) biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu (…)

Ef. 6,18

Niðanfyri er eitt filmsbrot um týðningin av, at trúðboðarar fáa stuðul heimanífrá.

Kunning um trúboðan í Grønlandi

Hvat ger Harrin í Grønlandi? Í Betesda mikukvøldið 23. oktober kl. 20 verður høvi at hoyra hvat Harrin ger í G…

Hvat VÓN ger við eitt lív

Skrivað av Tim Sharp Fyri tveimum døgum síðani kom eg aftur frá vitjanini í bygdini Mepiang, sum liggur í sunn…

Sorimi Nýggja Testamenti handað

Carol og Poul Joensen hava síðani 1997 virka ímillum Sorimi fólki í Papua Nýguinea. í 27 ár hava tey ótroyttil…