NTM Føroyar

NTM er  stytting  av New Tribes Mission. Í summum londum hevur felagsskapurin broytt heiti  og eitur nú eisini Ethnos 360.

NTM varð stovnað í 1942 við tí endamáli at røkka menniskju, ið ikki hava atgongd til evangeliið. Endamálið og vónin er enn í dag hin sama.

Paul Fleming – saman við 5 øðrum – stovnaðu NTM,   og síðani tá, eru túsundtals trúðboðarar sendir út  í øllum heiminum. Í dag eru fleiri enn 3.000 trúðboðarar í tænastu við NTM ymsastaðni í heiminum. Bíbliuskúlar og fyrireikingarskeið eru í nógvum londum, har trúðboðarar fyrireika seg til tænastu í ættarbólkum, ið enn ikki hava hoyrt evangeliið.

Fyrstu føroyingarnir fóru á bíbliuskúla hjá NTM miðskeiðis í 1960-árunum, og síðani hava fleiri 10-tals fólk verið virkin í tænastu við NTM ymsastaðni kring heimin. Føroyingar og samkomur í Føroyum eiga stóran lut í, at evangeliið er prædikað til fólkasløg fyri fyrstu ferð, og at nýggjar samkomur eru settar á stovn, og at Bíblian er týdd til onnur tungumál.

Endamálið hjá NTM í Føroyum er:

  • at stuðla lokalum samkomum,
  • vera ein miðil, sum samkomur kunnu senda trúboðarar út ígjøgnum. Royndir hjá teimum, sum hava gingið undan, kunnu koma øðrum til góðar,
  • vera ein hjálp hjá bæði samkomuni sum sendir, og hjá tí persóni, sum verður sendur út í tænastu.

Vit eru Harranum sera takksom fyri øll tey, sum hava givið sítt lívyrki til at røkka menniskju í fjarskotnum londum og støðum við boðskapinum um “at frelsa er at fáa við trúgv á Jesus” .

Okkara bøn og vón er, at Harrin kann nýta okkum sum ein part í hesum arbeiði.

Sum stovnarin av NTM Paul Fleming segði:  “Arbeiðið hjá New Tribes Mission skal vera miðsavnað um tey støð, har eingin áður hevur verið og boðað evangeliið um Jesus.”

PNG Video rapport

Síðani 1950 hevur New Tribes Mission arbeitt í Papua Ný Guinea. Hóast nógv er gjørt, er enn nógv eftir at gera…

Mini Reach í Zarepta

Trúboðanarráðstevnan miniReach verður Í døgunum 10-12. november 2023 hildin í Zarepta á Vatnsoyrum. Evni á ráð…

Guds fortelling

“Guds fortelling – ein ferð ígjøgnum heimsins mest seldu bók” Hvat handlar Bíblian um? Ber til eitt fáa eitt y…