Ethnos 360 Bible Institute

Ethnos 360 er eitt annað navn fyri New Tribes Mission, sum nú verður brúkt ymsastaðni í heiminum. Ethnos360 Bible institute er ein bíbliuskúli í Amerika, har undirvíst verður í bíbliulæru og eisini í praktiskari venjing til trúðboðaratænastu.

Flestu føroyingar, sum hava verið á bíbliu- og venjingarskúla síðstu árini hava valt North Cotes College í Onglandi, men um ynski er at fara á Ethnos360 Bible institute er tað eisini ein møguleiki. Niðanfyri sært tú eitt video um skúlan, og link til heimasíðuna hjá Ethnos360 Bible institute. Send okkum eini boð um hettar hevur tín áhuga.