Bønarevni hjá Moniku og Tim Sharp

Elsta døttur okkara, Ragnhild, fluttið til Føroya í August mánaði.  Hon gongur á miðnámi á Kambsdali.  Tað er nógv nýtt hjá henni at seta seg inní og læra. Hon er 16 ár, men hevur ongantíð búð í Føroyum fyrr. 

Tim koyrir langar motorcross túrar fleiri ferð um mánaðin út í ymsku ættarbólkarnar. Oftast hevur hann onkran við sær úr býnum.  Túrarnir eru ikki vandaleysir. Vegirnir eru sera ringir. Tað tekur eini 6 tímar hjá honum at koyra annan vegin.   Áhugin fyri evangeliunum er sera stórur. Nógv koma at lurta, eisini nógv sum ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin fyrr.  Vit eru innvolveraði í umleið 8 ymiskum støðum har vit undirvísa. Tað eru fleiri onnur støð sum eisini eru áhugaði at hoyra boðskapin, men tíðin strekkir ikki til.