Mini Reach í Zarepta

Trúboðanarráðstevnan miniReach verður Í døgunum 10-12. november 2023 hildin í Zarepta á Vatnsoyrum.

Evni á ráðstevnuni er: Røkk longur – úr Føroyum til endan jarðarinnar.

Endamálið við ráðstevnuni er at greiða frá og geva trúgvandi í Føroyum íblástur til at taka lut í trúboðanararbeiðið á hesum økjum:

  • At biðja
  • At stuðla
  • At fara

Til ráðstevnuni kemur eitt toymi frá North Cotes College í Onglandi at luttaka. Hesi taka øll lut á ráðstevnuni við heitinum “Reach” sum verður skipað í North Cotes í Onglandi í mars hvørt ár.

Fyrr í ár var eitt toymi uppá 25 fólk úr Føroyum á ráðstevnuni. Afturkomin byrjaðu nøkur at arbeiða við hugskotinum at hava eini “mini” ráðstevnu í Føroyum, tí tey sum høvdu verið í Onglandi, vildu at fleiri í Føroyum skuldu fáa høvi at uppliva eina slíka ráðstevnu. Tá hugskoti bleiv luta, bleiv skjótt greitt at toymi frá Onglandi gjarna vildi koma til Føroya, og tá eitt stað at hava ráðstevnuna var funnið, var bara at fara í gongd.

Karmarnir runt um ráðstevnuna er leguhúsið í Zarepta á Vatnsoyrum. Fyriskipararnir Eli J. Christiansen og Dávur Johannesen vóna at húsið verður fult av luttakarum. Teir siga samstundis at tørvur eisini er á hjálparfólki til ráðstevnuna.

Tilmelding til ráðstevnuna er á leinkju beint niðanfyri.

Tilmeldin er opin til legan er fullteknað ella í seinasta lagi týsdagin 7. november.

Link til tilmelding her: Zarepta tilmelding

Aldursmark er: 16-35 ár.

Prísurin fyri at luttaka á leguni er 475 kr.

Tilmelding sum hjálparfólk er hjá Eli J. Christiansen, fartelefon 230009 ella email: ntm@mail.fo.

Tilmelding á www.ntm.fo