Online ráðstevna – Make a Difference

Ráðstevnan “Make a Difference” er vanliga seinna part av juni mánaði í North Cotes í Onglandi. Stevnan kundi ikki haldast í ár, tí ikki var hildið ráðiligt at savna fólk í so stórum tali í løtuni í Onglandi orsaka av korona støðuni.

Men ístaðin fyri at avlýsa stevnuna, gjørdu fyrireikararnir av at gera hana online ístaðin.

Fyrimunurin við hesum er at nú hava vit øll møguleika at vera við. Stevnan varð stroyma fyrstu ferð 19. juni, og liggur online eina tíð afturat.

Á skránni er boðskapur til børnini, bíbliundirvísing frá Daniel Moore, lærara á North Cotes College, tíðindi frá familjuni Bargeman sum virka í Kambodja, og eisini hoyra vit frá Onniku og Simon Flanagan sum virka Papua Ný Guinea.

Vit senda eina tøkk til NTM í Onglandi fyri at geva okkum høvi at vera við.

So skrolla niður og trýst á play.

Um tú vilt í samband við okkum, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á ntm@mail.fo.