Poul og Carol Joensen

Papua New Guinea og North Cotes College

Poul og Carol Joensen 

Poul er føddur í Danmark, men foreldrini eru bæði føroysk. Tey fluttu heim til Føroya tá Poul var 11 ára gamal og hann fór í trúboðari venjing hjá NTM í 1989. 

 Carol er úr Southampton í Onglandi. Hon vaks up í Papua Ný Guinea, har foreldrini vóru trúðboðarar.

 Tey hava tríggjar synir: Adrian, Jonathan og Isaac. 

Søga-bakgrund 

Vit fóru til PNG í 1996 og  arbeiddu millum sorimifólkini í eystara Sepik landslutinum.  Aftaná at hava lært mentanina og málið, brúktu vit ljóðskipanarlæru at skapa eitt skriftmál, og síðani lærdu vit tey at lesa og skriva. Vit fóru undir fyrireikingar til bíbliuundirvísing og umseting í 2005.  

 Í 2007 hoyrdi Sorimifólkið í høvuðsbygdini gleðiboðskapin á fyrsta sinni, og  samkoman varð sett a stovn. Siðani tá er samkoman voksin og tvey onnur pláss hava nú eisini samkomur.  

Um Summarið 2013 komu vit heim í farloyvi og avgerðin varð tikin, at verða verandi í Stórabretlandi og virka í ferðandi tæn­astu. 

Tænasta úr Stóra Bretlandi 

Fremsta mál okkara er at halda á við Sorimi tænastuni, Hetta inniber: Bíbliu umseting, lestrar- og skriftarkunnleika, tilrættaleggjan og ferðir til PNG umleið 1-2 ferðir um árið. Tá Poul vitjar í Sorimi  arbeiðir hann uppá Bíbliu umseting, og undirvísir hann eisini teim trúgvandi. Nakrar ferðir innibera eisini eina endaliga eftirkannan við umsetingarráðgevanum hjá NTM. 

Eftirsum vit eru grannar hjá NTM venjingarmiðstøðini í North Cotes, hjálpa vit eisini til við ymiskum við bíbliuskúlanæmingunum og teimum, ið eru í venjing til trúboðaratænastu.