Reach 2026

Kom við til Reach 2026 26-30. Mars í North Cotes í Onglandi

Kom og lær meir um tørvin at bera evangelii har tað enn ikki er prædika, og hitt trúboðarar sum til dagligt arbeiða á missiónsmarkini.

Ráðstevnan verður hildin á campus hjá North Cotes College. Høvi verður at síggja skúlan, og at luttaka til undirvísingina á bíbliuskúlanum ein dag eisini.

Føroyska ferðaliðið ferðast úr Føroyum hósmorgunin 26. mars, og eftir ætlan eru vit aftur í Føroyum mánakvøldið 30. mars.
Fríggjadagin 27. mars vitja vit Bíbliuskúlan North Cotes College, og sleppa eisini at sita inni til undirvísingina hendan dagin.
Ráðstevnan Reach 2026 byrjar fríggjakvøldið og heldur á til sunnudag seinnapartin. 
Føroyskir ferðaleiðarar verða við á ferðini.

Eftir ætlan verður flogið úr Føroyum til Edinburgh, og haðani verður koyrt við bussi ella toki til North Cotes. 
Tey tilmeldaðu fáa kunning um ferðaprísir, so skjótt hetta er klárt. Mettur samlaður kostnaður er áleið 3000 kr.

Gjaldið fyri ráðstevnuna og ferðina verður roknað sum endalig tilmelding. 

Reach er ein ráðstevna fyri fólk frá aldrinum 18 til 30 ár.

Pláss er fyri 15 í ferðalagnum.

Tilmeldingarfreistin er fríggjadag 12. desember 2025.

Melda til við at trýsta her: Tilmelding