Reach 2027
5. nov. 2026
Kom við til Reach 2027 sum verður 18-22. Mars í North Cotes í Onglandi
Kom og lær meir um tørvin at bera evangelii har tað enn ikki er prædika, og hitt trúboðarar sum til dagligt arbeiða á missiónsmarkini.
Ráðstevnan verður hildin á campus hjá North Cotes College. Høvi verður at síggja skúlan, og at luttaka til undirvísingina á bíbliuskúlanum ein dag eisini.
Føroyska ferðaliðið ferðast úr Føroyum hósmorgunin 18. mars, og eftir ætlan eru vit aftur í Føroyum mánakvøldið 22. mars.
Fríggjadagin 19. mars vitja vit Bíbliuskúlan North Cotes College, og sleppa eisini at sita inni til undirvísingina hendan dagin.
Ráðstevnan Reach 2026 byrjar fríggjakvøldið og heldur á til sunnudag seinnapartin.
Eydna og Dávur Johannesen úr Klaksvík verða ferðaleiðarar á ferðini.
Eftir ætlan verður flogið úr Føroyum til Edinburgh, og haðani verður koyrt við toki til North Cotes.
Kostnaður er 4.000 kr fyri ferðing, ráðstevnugjald og uppihald á ferðini.
Gjaldið fyri ráðstevnuna og ferðina verður roknað sum endalig tilmelding.
Reach er ein ráðstevna fyri fólk frá aldrinum 18 til 30 ár.
Pláss er fyri 15 í ferðalagnum.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadag 11. desember 2026

