Reach2024

Kom við til Reach 2024
Ráðstevnan Reach verður í døgunum 22-24. Mars í North Cotes í Onglandi, og aftur í ár skipar NTM.FO fyri toymisferð til stevnuna.
Reach er ein ráðstevna fyri fólk frá 16-30 ár har luttakararnir fáa kunning um trúboðan, tørvin at bera evangelii har tað enn ikki er prædika, og at hitta trúboðarar sum til dagligt arbeiða á missiónsmarkini.

Ráðstevnan verður hildin á North Cotes College, og høvi verður at síggja skúlan, og at luttaka til undirvísingina á bíbliuskúlanum eisini.

Føroyska ferðaliðið ferðast úr Føroyum hósmorgunin 21. mars, og eftir ætlan eru vit aftur í Føroyum mánakvøldið 25. mars.
Fríggjadagin 22. mars vitja vit Bíbliuskúlan North Cotes College. 
Ráðstevnan Reach byrjar fríggjakvøldið og heldur á til sunnudag seinnapartin. 
Ferðaleiðarar verða Eydna og Dávur Johannesen úr Klaksvík.
Eftir ætlan verður flogið úr Vágunum til Edinburgh, og haðani verður farið við bussi ella toki til North Cotes. 
Tey tilmeldaðu fáa kunning um ferðaprísir, so skjótt hetta er klárt. Mettur samlaði kostnaður er 2500 kr.

Gjaldið fyri ráðstevnuna og ferðina verður roknað sum endalig tilmelding. 
Pláss er fyri 20 í ferðalagnum.

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøld 12. januar 2024 kl. 19.00.

Melda til við at trýsta her: Tilmelding

May be an image of text that says 'REGISTER NOW REACH 2024 REAUH'