Tíðin á Bíbluskúla

Petur Bjarnaskor Poulsen hevur gingið á bíbluskúlanum North Cotes College hjá NTM í Onglandi. Hann greiður soleiðis frá:

Eg eri sera takksamur fyri tað tíðina eg havi havt á Bíbliuskúlanum. Tað er nógv eg kundi sagt um tíðina har, men tað sum eg haldi mær dámdi best var skúlatingini ið vit fingu. Eg eri ikki typan sum dámar skúla, men tað var naka heilt serligt at sleppa at sita og granska Guds orð, og sjálvur koma at kenna Hann betri uppá tann mátan. Eg lærdi rættliga nógv um Gud og eg eri sera takksamur fyri tað. At sita og lurta eftir lærarunum var eisini ómetaliga gott, og samanhaldi millum øll á skúlanum var eisini gott.

Eitt annað sum eg eri rættliga takksamur fyri var at hoyra um hvussu umráðandi tað er at boða Guds orð, og at hoyra søgur frá trúboðarum osf. Tað var ein avbjóðandi tíð har eg lærdi nógv um Gud sum eg ikki vitsti, og eg haldi tað er eitt tað besta valið eg nakrantíð havi tiki. Tað var mær ein so stór signing at sleppa at seta tíð av í næstan eitt heilt ár, har eg kundi brúka meir tíð uppá Hann sum hevur gjørt so nógv fyri meg.