NTM Føroyar

NTM er  stytting  av New Tribes Mission. Í summum londum hevur felagsskapurin broytt heiti  og eitur nú eisini Ethnos 360.

NTM varð stovnað í 1942 við tí endamáli at røkka menniskju, ið ikki hava atgongd til evangeliið. Endamálið og vónin er enn í dag hin sama.

Paul Fleming – saman við 5 øðrum – stovnaðu NTM,   og síðani tá, eru túsundtals trúðboðarar sendir út  í øllum heiminum. Í dag eru fleiri enn 3.000 trúðboðarar í tænastu við NTM ymsastaðni í heiminum. Bíbliuskúlar og fyrireikingarskeið eru í nógvum londum, har trúðboðarar fyrireika seg til tænastu í ættarbólkum, ið enn ikki hava hoyrt evangeliið.

Fyrstu føroyingarnir fóru á bíbliuskúla hjá NTM miðskeiðis í 1960-árunum, og síðani hava fleiri 10-tals fólk verið virkin í tænastu við NTM ymsastaðni kring heimin. Føroyingar og samkomur í Føroyum eiga stóran lut í, at evangeliið er prædikað til fólkasløg fyri fyrstu ferð, og at nýggjar samkomur eru settar á stovn, og at Bíblian er týdd til onnur tungumál.

Endamálið hjá NTM í Føroyum er:

  • at stuðla lokalum samkomum,
  • vera ein miðil, sum samkomur kunnu senda trúboðarar út ígjøgnum. Royndir hjá teimum, sum hava gingið undan, kunnu koma øðrum til góðar,
  • vera ein hjálp hjá bæði samkomuni sum sendir, og hjá tí persóni, sum verður sendur út í tænastu.

Vit eru Harranum sera takksom fyri øll tey, sum hava givið sítt lívyrki til at røkka menniskju í fjarskotnum londum og støðum við boðskapinum um “at frelsa er at fáa við trúgv á Jesus” .

Okkara bøn og vón er, at Harrin kann nýta okkum sum ein part í hesum arbeiði.

Sum stovnarin av NTM Paul Fleming segði:  “Arbeiðið hjá New Tribes Mission skal vera miðsavnað um tey støð, har eingin áður hevur verið og boðað evangeliið um Jesus.”

Guds fortelling

“Guds fortelling – ein ferð ígjøgnum heimsins mest seldu bók” Hvat handlar Bíblian um? Ber til eitt fáa eitt y…

Tyrlutænastan í Papua Ný Guinea

“Nær koma tit?” Ættarbólkar í Papua Nýguinea spyrja eftir trúboðarum at koma til teirra við boðskapinum um vón…

Dagur 3 – Reach 2022

Síggj dag 3 av Reach 2022 niðanfyri. Fyri at síggja skrá og gjøllari kunning um reach trýst her: https://ntmre…