Hvat VÓN ger við eitt lív
Skrivað av Tim Sharp
Fyri tveimum døgum síðani kom eg aftur frá vitjanini í bygdini Mepiang, sum liggur í sunnara enda av oynni Palawan. Frá høvuðsvegnum tekur tað hálvan tíma at koyra eftir eini knortlutari rás á motokross.
Endamálið við vitjanini var at bera innføddu bygdafólkunum evangelii.
Á ferðini vitjaði eg eisini konu ein høvdinga sum hevði brúk fyri heilsuhjálp.
Norselyn hevur stóran tørv á heilsuhjálp, og eisini aðrari hjálp.
Í tvey ár er búkur henndara hovnaður meir og meir, og armar og bein hennara visna. Tey hava verið á einum sjúkrahúsi nærhendis, har tey hava fingið tikið røntgen mynd. “Læknin” tey tosaðu við segði seg ikki síggja nakað ónormalt, og sendi hana heim, men búkur hennara heldur á at hovna.
Maður hennara hevur givið upp. Norselyn kennir seg óelskaða, og uttan vón. Hon tosar um at taka sítt egna lív, sum er ein typisk ”loysn” hjá teim lokalu uppá trupulleikar. Her siga tey, “Tað er betur at doyggja og ikki líða meira, enn at liva við líðingini.”
Tíverri, sum so mong onnur uttan vón, taka tey feil. Ævinleikin uttan Kristus er uppaftur verri.
Mítt hjarta grætur fyri henni.
Og so er tað Sapin.
Tá eg møtti henni fyrstu ferð, livdi maður hennara, Insong, enn.
Fyri fleiri áratíggjum síðani komu trúboðarar til teirra, og bóru teimum evangelii um vónina í Kristusi.
Tá eg yvirnáttaði hjá teimum, vaknaði eg áðrenn tað lýsti, av bønunum og lovsonginum til Harran frá hjúnunum. Hetta rørdi meg til tár. Á ein undirfull gleði og vón.
Næstuferð eg vitjaði í bygdini, var maðurin, Insong, fluttur heim til Harran Jesus, og Sapin var vorðin blind. Men Sapin hevði lívsmót og var vónrík.
Kærleiksstreingir drógu hana meir enn nakrantíð til himmals, men hon hevði eina kenslu av at tað var ein meining við lívinum. At kenna kærleika og liva í vónini.
Trúgvin á Jesus sum hjúnini høvdu tikið við var handað víðari til teirra børn, sum elskaðu hana og tóku sær av henni.
Nú eru fleiri í bygdini har Norselyn býr komin til trúgv á frelsara okkara Jesus Kristus. Tey hava nú somu vón og endamál sum Sapin hevur. Eg biði inniliga at Norselyn fær tað hjálp henni tørvar. Meir inniliga biðið eg at sami boðskapur sum bleiv plantaður í Sapin, skal koma til Norselyn, og at hon tekur hann til sín, og finnur tað henni manglar, gleði, kærleika og vón. Tað fer at broyta hennara lív.