2 dagar til Reach 2022 Online

So eru minni enn tveir dagar eftir til Reach 2022 online.

Leinkjan til síðuna har til ber at luttaka á Reach 2022 online finnur tú her: https://ntmreach.co.uk/

Á síðuni finnur tú eisini skrá, kunning um hvat er á skránni, hvørji fólk luttaka, og yvirlit við nógvum detaljum hvat er á skránni hvønn dag.

Reach 2022 er býtt upp í 3, og hvør stroyming verður almenn kl. 19.30 hvønn dag. Fyrsti dagur er fríggjadagur 25. mars og síðsti dagur er sunnudagur 27. mars.

Leinkjurnar til stroymingarnar ymsu dagarnar finnur tú her: https://ntmreach.co.uk/

Aftaná stroymingarnar hvørt kvøldið er møguligt hjá luttakarum at koma á ein Zoom fund, har møguleiki er at spyrja spurningar og at hoyra frá øðrum sum hava lurta. Fyri at luttaka ymsu dagarnar er neyðugt at brúka Zoom. Fyri at koma inn í rætta rúmi brúka koturnar niðanfyri:

Fríggjakvøld 21:15.
Meeting ID: 820 0921 7033.
Passcode: 382426

Leygarkvøld 21.15
Meeting ID: 881 9120 6407
Passcode: 599885

Sunnukvøld 21.15
Meeting ID: 869 4341 8984
Passcode: 381838

Ivast tú í um hetta er nakað fyri teg, hygg at hesum “promo” videobrotinum har Stephen Jerrard greiðir frá hvat tú kann vænta tær av Reach. Tað er tikið upp áðrenn avgerðin um online ráðstevnu bleiv tikin, so innbjóðing at koma á “campus” í North Cotes at luttaka kann tolkast til at vera næsta ár tá stevnan vónandi aftur verður í North Cotes 🙂