Málroynd staðin
Philip og Natalie Hansen virka í Kovol saman við øðrum. Tey hava arbeitt við at læra seg Kovol málið í mong ár og eru nú komin so langt at tey hava staðið málroyndina. Hetta merkir at tey duga málið so mikið væl, at tey nú kunnu arbeiða við at framleiða undirvísingartilfar á Kovol málinum og at umseta skriftirna. Ein av limunum á toyminum hevur gjørt hetta í eina tíð, men nú kann vónandi ganga skjótari tá fleiri eru um uppgávuna.
Kovol toymi hevur eina heimasíðu við kunning um arbeiðið i Kovol. Um hetta hevur áhuga vitja síðuna www.reachkovol.com
Her er eitt beinleiðis link til kunning um Natalie og Filip TRÝST HER.
Biðið saman við okkum at tá Kovol fólki fær at hoyra gleðiboðskapin at hjørtu og sinni skulu vera opin og móttakilig at læra sannleikan at kenna um Gud og hansara frelsu fyri mannaættina.