Á veg til Papua Ný Guinea

Tíðin styttist! Í løtuni vóna vit á Harran at vit kunnu fara til Papua Bý Guinea fyrst í Apríl mánaði. Hendan tíðin, nú tað nærkast, hevur verið merkt við nógvum spenningi men eisini nøkrum avbjóðingum. Vit vónaðu at fara í Januar í ár, men av heilsuligum orsøkum, eru vit eitt sindur seinkaði. Tað tøktist sum, at alt var klárt fyri okkum at fara avstað í Januar, men Gud hevði aðrar ætlanir. Eg, Brian, havi tørv á eini skurðviðgerð, sum tekur eini 6-8 vikur at koma seg eftir. Tað er ikki nakað álvarsamt, men av hesi orsøk var ferð okkara útsett. Vit gjørdust eitt sindur kedd av hesum boðum, bert tí vit vildu ynskt at farið avstað skjótari, men vit vóru skjótt mint á, at Gud hevur trúfastur leitt okkum her vit eru nú, og Hann FER at verða trúfastur ímóti okkum, eisini ígjøgnum hesa óvæntaðu skurðviðgerð.

Skurðviðgerðin er planløgd 3. Februar, og vit biðja eftir at Gud vil lata meg koma fyri meg skjótt aftaná hesa viðgerð og at ongir trupulleikar verða. Alt okkara pappírarbeiði er í lagi fyri at fara til Papua Ný Guinea, so vit eru klár at hoppa umborð á eitt flogfar so skjótt sum eg fái grønt ljós frá læknanum! Fyribils forseta vit við at planleggja og pakka niður øll tey tingini, sum vit skulu hava við okkum. Tað er ótrúligt at síggja, hvussu nógv materiell ting kunnu rúgvast upp í lívinum, og hvussu lítið okkum í roynd og veru tørvar. Vit royna eisini at bruka nógva tíð saman við familju, serliga fyri okkara børn, tí tey fara ikki at síggja familju í fýra ár aftaná vit eru farin.

Vit seta stóran prís uppá bøn fyri skurðviðgerðini og tíðini aftaná. Tað er ikki lætt at ferðast internationalt í løtuni, og vit seta tískil eisini stóran prís uppá bøn fyri at okkara ferðaætlan kann eydnast. Tit kunnu eisini biðja fyri okkum, nú vit siga farvæl við familju og vinir, sum vit fara frá. Gud er verdur eitt hvørt offur, men tó er tað torført at siga farvæl.

Tað kennist sum at eg og kona mín Lili hava ynskt at farið til Papua Ný Guinea alt okkara lív, og nú aftaná 5 ár av venjing, eru vit næstan komin hartil!