Bíbliuskúlin North Cotes College

North Cotes College er ein bíbliuskúli hjá New Tribes Mission. Skúlin liggur tætt við Grimsby í Lincolnshire í Onglandi. Sum næmingur á North Cotes College býr man á hugnaliga campus-økinum saman við fólki úr nógvum ymiskum londum. Tú lærir eina ørgrinnu av versum uttanat og fært grundiga undirvísing í nærum øllum bókum í bíbliuni umframt at ymisk evni verða gjøgnumgingin fyri seg.

Orsaka av broytingum í lógini um innfara- og upphaldsloyvi til útlendingar í Onglandi íkjalarvørrinum av Brexit, hevur North Cotes College broytt skeiðið fyri 2021/2022 so at altjóða næmingar kunnu koma á skúlan.

1. partur: “Foundations” – Andlit til andlit undirvísing á kampus í North Cotes í Onglandi.

2. Partur: “Christian Life & Ministry” – Online undirvísing frá mars til juli. Í hesum partinum skulu næmingarnir eisini taka lut í eini kristnari tænastu, td. í eini samkomu ella kirkju.

Á North Cotes College fært tú eitt gott grundarlag at fara út í trúðboðanararbeiði, ella til framtíðar tænastu í samkomuni tú ert partur av í Føroyum. Tú fært nógv gott við í skjáttuna, sum tú kemur at gagnnýta av restina av lívinunum.

Ynskir tú at vita meir um North Cotes College ert tú vælkomin at kontakta okkum við at senda okkum eini boð HER: Samband – NTM Foroyar

North Cotes College hevur eina fína heimasíðu við gjøllari kunning um skeiðini sum bjóða verða. Link her: Welcome To North Cotes College | The North Cotes College

Ert tú longu tilreiðar at senda umsókn til bíbliskúlan finnur tú umsóknarblaði og vegleiðing til umsóknarblað her:

Umsóknarblað:

https://www.northcotescollege.co.uk/sites/default/files/NCC%20Application%20Form%2010-2020.pdf

Vegleiðing til umsóknarblað:

https://www.northcotescollege.co.uk/sites/default/files/NCC%20Application%20Instructions%2010-2020.pdf

Her er eitt video um North Cotes College

North Cotes College