Bønarevni úr Grønlandi

GRØNLAND, Nuuk
-Hans Sivertsen
-Ane og Filip Sivertsen, Cecilie 17, Kristian 15
-Anne-Sophie og Óli Tindalíð, Liljan 15, Leanne 14, Luckas 1


Vit gleðast um tvær fullar familjulegur í summar. Takk fyri
forbøn, stuðul og góðan mat, umframt uppvaskimaskinu, sum
fer at gera tað møguligt at nýta meir tíð saman við familjum
og børnum. Eitt vaskirúm má byggjast niðan úr matarhøllini.
Covid-19 avmarkar talið í salinum til 24 persónar. Vit savnast
vanliga um 30 sunnumorgun og hava tíverri verið noydd at
hava tilmelding. Í vár eydnaðist ikki at leiga annað høli; men
nú hava vit fingið loyvi at læna hølir í einum skúla. Vit leita
framvegis eftir egnaðum øki at byggja nýggjan sal á.

(Úr Bønarløtuni Septembur 2020)