Daniel og Krissy Hansen í Føroyum

Í november koma Daniel og Krissy Hansen til Føroya. Tey eiga ein son sum eitur Zephaniah (Zefanias) og er 10 mánaðar gamal. Komandi vár hava tey ætlanir um at fara til Asia sum trúboðarar. Daniel er sonur Rachel og Petur Hansen, sum eru trúboðarar við NTM. Daniel vaks upp í Papua Ný Guinea, har foreldur hansara virkaðu í Mangseng ættarbólkinum. Krissy er fødd í Ukraina. Hon var ættleidd av eini amerikanskari familju, og vaks upp í Indiana, USA. Krissy og Daniel komu at kennast ímeðan tey gingu á trúboðara venjingarskúla í USA. Tey giftust í juni mánaði í 2019. Komandi vár liggur leiðin til Stillahavs-Asia, við tí fyri eyga at fara út til ein ættarbólk at virka. Fyrst skulu tey tó læra høvuðsmál, og tekur hetta 2 ár. Síðani er ætlanin at flyta inn í ein ættarbólk at læra mál og mentan, fyri síðani at prædika gleðiboðskapin. Vónin er at fólk taka við boðskapinum, og ein samkoma sett á stovn.

Ætlanin er at vitja nakrar samkomur, ímeðan tey eru í Føroyum. Um tú vilt í samband við tey, skriva okkum eini boð á facebook, ella send okkum ein teldupost á ntm(@)mail.fo Tey eru í Føroyum 2. til 18. november. #tillthelasttribeisreached