Flanagan update

Annika og Simon Flanagan hava gjørt eitt nýtt video update, har vit m.a. síggja vitnisburðir frá tveimum av teim trúgvandi í Mengen, tørvir í arbeiðinum og eisini missiónina at fara til aðrar bygdir at læra orð Guds. Ein kanningarferð bleiv gjørt herfyri, og hurðar tykjast opnar fyri evangeliinum.

Í videobrotinum lýsa tey eisini nakrar tørvir. T.d. er ein tørvur á hondum at fáa umvælt ymiskar bygningar, og so eftirlýsa tey eisini hjálp við undirvísing av børnunum sum ganga í skúla heima.

Biðið at Gud sendir fólk sum kunnu hjálpa við hesum uppgávunum, so trúboðararnir betur fáa hugsavna seg um uppgávur sum onnur ikki kunnu hjálpa til við.