Gud arbeiðir…..

Trúboðarar komu til Hewa fólkið, tey bygdu hús og búðu ímillum HEWA fólkið fyri at teirra mál og mentan. Trúboðararnir tosaðu opið um orsøkina at teir vóru komnir. At læra fólki Guds veg. Fyrsta undirvísingar fasa er at læra hvat Bíblian sigur um Skapanina og fram til Kristi uppreisn. Trúboðarar høvdu spurt seg fyri og lagt fram teirra ætlan nær teir ætlaðu at byrja at undirvísa.

Tá klárt var at undirvísa var stór mótstøðan frá Heksadoktaranum. Og undirtøkan var ikki tann trúboðararnir hvødu væntað. Gjørt var tó av at halda á og undirvísa allar 72 setningarnar. Hetta tók nakrar mánaðar. Tá komið var á mál við undirvísingini var torført at fáa eyga á um sáðið sum var sáðað hevði fest røtur, og tá ein góður vinur hjá trúboðarunum bleiv dripin, gjørdu trúboðararnir av at flyta, orsaka av áhaldandi hóttanum. Men Gud var ikki liðugur við sítt arbeiðið ímillum HEWA fólkið….

Í filmsbrotinum niðanfyri er ein frágreiðing um hvat Gud hevur gjørt ímillum HEWA fólkið. Spælitíðin er áleið 33 minuttir.
Ein styttri brellbiti sæst her: God at work – preview – YouTube