Hví brúka móðurmál?

Ein spurningur sum vit ofta fáa er: Hví velja vit at arbeiða á móðurmálinum sum fólki vit arbeiða ímillum tosar?

Stutt sagt: Tað er tað sum gevur mest meining. Orð Guds er ætlað hvørjum einstøkum persóni, og ætla at geva meining. Fyri okkara tilvitsku, fyri hvussu vit skilja heimin vit liva í.

Tá roynt verður at læra djúpar sannleikar á øðrum ella triðja máli, er stórur vandi fyri at partur av týdninginum dettur burtur. Boðskapurin er ikki líka lætt skiltur, og hevur ikki somu tyngd.

NTM í Papua Ný Guinea hevur gjørt eitt video liggur niðanfyri um hetta evnið. Hetta er ein uppfylging av greinini og videobrotinum “Hví læra móðurmál” sum vit løgdu út í síðstu viku.