Hvussu Steve bleiv trúboðari

Steve Stanley gevur í videobrotinum eina frágreiðing um hvussu hann við familju síni endaði sum trúboðari við NTM í Papua Ný Guinea.
Hann kom til trúgv meðan hann læs til verkfrøðing. Heilt skjótt eftir at hann kom til trúgv, gekk tað upp fyri honum, at tað vóru nógv fólk, ið ongantíð høvdu hoyrt um frelsu Guds, sum fæst við trúgv á Jesus! Hann gjørdi av at taka lut í arbeiðinum at boða Jesus Kristus til teirra sum ikki hava hoyrt. Steve og kona hansara Gerdine virka í saman við tveimum øðrum pørum í Kovol ættaarbólkinum í Papua Ný Guinea, har tey arbeiða við at læra mál og mentan. Tey gleða seg, til tey kunnu boða gleðiboðskapin til Kovol fólkið á teirra móðurmáli.

#gomissions

Steve’s road to mission

www.reachkovol.com