Kunning um trúboðan í Grønlandi

Hvat ger Harrin í Grønlandi?

Í Betesda mikukvøldið 23. oktober kl. 20 verður høvi at hoyra hvat Harrin ger í Grønlandi.
Filip og Ane Sivertsen, sum búgva í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum búgva í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra trúboðanararbeiði har.

Hjúnini Filip og Ane, búgva í Nuuk, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin. Ane er úr Danmark, og Filip er uppvaksin í Grønlandi. Tey tóku frá 2015 til 2017 trúboðaravenjingina sum NTM bjóðar á North Cotes College í Onglandi. Eftir hetta fluttu tey aftur til Grønlands at halda fram at virka fyri HARRAN í Nuuk.  

Hjúnini Miriam og Niels Vang fóru í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar, eftir at tey høvdu verið tikið trúboðaravenjingina hjá NTM í Onglandi. Tey búgva í dag í Tasiilaq, har ein lítil samkoma nú er. Møti er regluliga hvønn sunnudag og hóskvøld, umframt onnur tiltøk. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi.

Fleiri føroyskir trúboðarar hava virka í Grønlandi síðani í 70’unum, tá Jonna og Hans Sivertsen fluttu til Nuuk at arbeiða sum trúboðarar. Tey virkaðu trúfast í hesi tænastuna í nærum hálva øld, og byrjaðu m.a. barnalegur á Ameralikfjørðinum. Í 2017 tók Harrin Jonnu heim til Sín, og árið eftir, flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, har hann nú býr.

Fyri fáum døgum síðan kundi Hans Sivertsen hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, og millum gestirnar vóru tvey av børnum hansara, sum í dag føra verkið víðari í Grønlandið. Hesi eru Filip Sivertsen og Miriam Vang, sum saman við hjúnafelagum sínum virka í hvør sínum landsluti í hesum stóra landinum Grønland.

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda, Klaksvík, mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane saman við Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi.

Møti er alment, og tí eru øll hjartaliga vælkomin 🙂