Reach 2022 – Online

Set kross í kalendaran 25-27 mars 2022. Tá verður Reach Online.

Tað er ókeypis at luttaka.

Aftur í ár er avgerð tikin um at hava Reach ráðstevnuna online. Tað er umstøðurnar við korona sum hava fingið fyriskipararnar at taka hesa avgerð. Tað er sjálvsagt ikki tað sama at sita heima og fylgja við á skermi, sum at vera á staðnum saman við øðrum fólk. Men av tí at ráðstevnan er online, so hava nógv fleiri møguleikan at fáa boðskap, kunning og íblástur til trúboðan, og hetta kemur sjálvandi øllum væl við, kanska serliga teimum sum ikki høvdu kunna ferðast til ráðstevnuna.

So hvørt sum stevnan nærkast koma fyrireikararnir av ráðstevnuni at leggja meir kunning á heimasíðuni hjá NTM í Onglandi, Instagram og Facebook.

Tá stevnan nærkast leggja vit link út á okkara síðu. So fylg við.

Heimasíða hjá NTM UK: https://www.ntm.org.uk/event/reach/

Eisini ber til at fylgja við á Facebook ella Instagram fyri títtari dagføringar.

Vit vóna at tað verður tikið væl ímóti ráðstevnuni online og vóandi nýta fleiri høvi at luttaka.