Reach online – enn er tíð

Um vikuskift bleiv Reach sent online úr North Cotes í Ongland. Árliga ráðstevnan bleiv í fjør avlýst, men í ár vildu fyrireikararnir ikki avlýsa og royndu online leistin.

Yvirskriftin yvir stevnuna var “God’s vision for mission” (Guds visjón fyri missión).

Sent bleiv fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld kl. 19.30 til 21. Og aftaná var møguleiki at koma við á ein fund á Zoom har møguleiki var at halda eitt sindur á og tey sum luttóku kundu spyrja spurningar.

Sendingarnar innihalda tíðindi frá trúboðarum, bíbliutímar har greina hvat Guds visjón er fyri missión, og so fingu vit eisini avbjóðingina “Hvat er tín visjón fyri missión”?

Fríggjakvøldið hoyrdu vit tíðindi frá Steve og Gerdine Stanley sum læra seg mál og mentan hjá Kovol ættarbólkinum í Papua Nýguinea. Kate og Andrew Day eru nýliga gift og eru júst farin til Chad, har tey ynskja at náa ein nomadiskan ættarbólk. Tey tæna við felagsskapinum Pioneers.

Leygarkvøldið hoyrdu vit Danny og Philippa Brooks sum nú tæna á venjingarskúla fyri trúboðarar í USA, tæntu í Filipsoyggjunum í 10 ár, og koma tey at greiða frá hvussu Harrin arbeiddi ígjøgnum tey, og í teimum.

Og sunnudagin gav Jack Douglas sín vitnisburð. Sum ungur gjørdist hann sannførdur um tørvin at boða evangelii, men helt seg ikki kunna vera trúboðari sjálvur. Hoyr hvussu Gud leiddi hann til eina tænastu ímillum Pawaian fólkið í Papua Ný Guinea.

Afturat hesum eru bíbliutímar við Andrew Day og Danny Brooks.

Skánna kanst tú síggja her: Reach Conference (ntmreach.co.uk)

Um tú ikki fekk hetta við í vikuskiftinum ber enn til at síggja tað sum bleiv sent eina tíð afturat. Link til sendingarnar niðanfyri.

Link til sending fríggjakvøld

Link til sending leygardag

Link til sending sunnudag