Sonni Poulsen talar í Betesda

Sonni Poulsen talar í Betesda mikukvøldið 28. august kl. 20.

Sonni er giftur Julie, sum er úr Amerika. Tey hava arbeitt við NTM í Papua Ný Guinea í mong ár, og vóru eisini partur av læraratoyminum á bíbliu- og venjingarskúlanum hjá New Tribes Mission í Onglandi í nøkur ár. Tey góvust í tænastu við NTM í 2019 vegna avbjóðingar við heilsuni, og búsettust í USA haðani Julie er frá.

Í løtuni er Sonni heima í Føroyum á vitjan, og Sonni er fúsur at tala Guds orð á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20.00.