Stuða arbeiðinum

Trúðboðaraarbeiði er ikki bert at fara til fjarskotin støð við gleðiboðskapinum. Nógv fyrireiking krevst og nógvur stuðul krevst. Og tað kostar. Tískil er ein sera stórur og týðningarmikil partur av trúðboðan, at geva. Tann, sum gevur, hevur sostatt ein stóran leiklut í arbeiðinum uttan sjálvur at vera har. Og hetta kunnu vit øll gera – eftir førimuni.

Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!

2 Kor. 9,7

Ynskir tú at stuðla einum ávísum trúðboðara peningaliga, kanst tú flyta peningin á konto 9181-4953233 í Betri Banka (Samkoman Ebenezer). Minst til at viðmerkja fornavn og eftirnavn á trúðboðaranum, ið tú ynskir at stuðla.

Ein annar, eisini sera týðningarmikil máti, at stuðla trúðboðaraarbeiði er við bøn.

(…) biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu (…)

Ef. 6,18

Niðanfyri er eitt filmsbrot um týðningin av, at trúðboðarar fáa stuðul heimanífrá.

Reach2024

Kom við til Reach 2024Ráðstevnan Reach verður í døgunum 22-24. Mars í North Cotes í Onglandi, og aftur í ár sk…

PNG Video rapport

Síðani 1950 hevur New Tribes Mission arbeitt í Papua Ný Guinea. Hóast nógv er gjørt, er enn nógv eftir at gera…

Mini Reach í Zarepta

Trúboðanarráðstevnan miniReach verður Í døgunum 10-12. november 2023 hildin í Zarepta á Vatnsoyrum. Evni á ráð…