Tíðindi frá Lili og Brian Poulsen

Tíðindabræv November 2020

Hey, vit eru Liliana og Brian Poulsen – Brian er sonur Julie og Sonna Poulsen.
Vit fara at virka við NTM. Um nakrar vikur verða vit á veg til Papua Ný Guinea at virka í einum ættarbólki, við tí endamáli, at virknar samkomur koma á stovn har.
Vit eiga trý børn: Elliot, hann er fýra, beiggi hansara Jude er 2 og lítlasysturin Evelyn er seks mánaðar gomul.
Seinastu tvey árini hava vit búð í Indiana í USA, og verið virkin í samkomu okkara her.
Um Gud vil, fara vit avstað til Papua Ný Guinea í januar. Har koma vit so saman við øðrum nýkomnum trúboðum, at læra høvuðsmálið, verða undirvíst í tí sum krevst at virka í landinum og mangar aðrar fyrireikingar, so vit kunnu eftir einum ári flyta innar í frumskógin at virka í einum ættarbólki. Gud fái tøkk at alt pappírarbeiðið sum krevst er komið undir land.
Sum barn, hevði Brian forrættin at uppliva, at foreldrini vóru við at bera evangeliið til ein ættarbólk í Papua Ný Guinea. “So hvørt eg vaks til, skilti eg at Gud hevði somu ætlanir við lívið mínum. Tað hevur verið spennandi at uppliva hvussu Harrin heldur á við at geva mær og familjuni tað sum krevst til hesa tænastu, so hvørt vit flyta okkum longri og longri saman við Honum.”
Kæru tit, biðið saman við okkum at Gud framvegis fer at ganga undan okkum og nøkta hvønn tørv vit koma at hava meðan vit stevna fram í trúgv.

Í áliti á Harran,

Lili, Brian, Elliot, Jude, og Evelyn