Tyrlutænastan í Papua Ný Guinea

“Nær koma tit?” Ættarbólkar í Papua Nýguinea spyrja eftir trúboðarum at koma til teirra við boðskapinum um vón, sum tey síggja aðrir ættarbólkar hava fingið.

“Nær koma trúboðarar til okkara? Vit doyggja og hava brúk fyri tí tit hava.” Hesir ættarbólkar eru á fjarskotnum støðum, har einki vegakervi er, eingin á at ferðast eftir, og óatkomiligt er við flúgvara. Tyrla er einasta praktiska ferðaloysn til slík støð.

Ein tyrla klárar ikki at veita trúboðara-toymunum tað tey hava tørv á, sum í løtuni virka í 15 støðum, spjadd yvir fleiri hundrað kilometrar á trimum oyggjum.

Ætlanir eru um at røkka tríggjar nýggjar ættarbólkar um árið, komandi árini. Fyri at tað skal kunna bera til, er átroðkandi tørvur á tveimum R66 tyrlum. Nýggj arbeiði eru sett í bíðistøðu, ímeðani bíða verður eftir at til ber at geva neyðugar veitingar.

Tín luttøka í hesi verktætlan kann gera ein møguleika, til veruleika.

Sí video niðanfyri.

Vilt tú vita hvussu tú kann taka lut?
Les meira her: http://ethnos360aviation.org/projects/helicopters-for-png