Vís teimum Jesus
24-01-2022
Í Papua Ný Guinea er sjúkraviðgerð sera avmarkað, og fleiri staðni har trúboðarar okkara tæna, mugu fólk ganga langa leið ella ferðast í báti í tímar fyri at koma í viðgerð um óhapp ella sjúka rakar.
Um tørvur er á bráðfeingis hjálp, og sjúklingurin ikki kann ferðast, er tað ein stór signing, og hevur bjarga mongum lívum, at trúboðarar á staðnum, kunnu fáa ráð og vegleiðing frá læknum í eini neyðstøðu. Tað at trúboðarar kunnu taka sær av, og hjálp sínum grannum, er ein ítøkiligur máti hjá trúboðarunum at visa Kristi kærleika, áðrenn tey hava lært máli.
Afturat hesum, so gevur møguleikin at fáa ráð frá læknum, eisini trúboðarum betri høvi at viðgera og hjálpa teirra egnu familju á staðnum har tey tæna. Hetta merkir at tey hava betri møguleika at vera verandi á staðnum har tey tæna, og halda fram í tænastuni.
Um tú ert áhugað/ur at blíva partur av toyminum sum setur samkomur á stovn, og ynskir at tæna innan sjúkrarøkt, fylg hesi leinkjuni fyri at lesa meir um hvørji møguleikar eru: http://www.go.ethnos360.org/png-med-jobs
Videobrotið niðanfyri greiðir frá arbeiðinum innan sjúkraviðgerð í Papua Ný Guinea. Natalie Hansen, greiðir eisini frá síni tænastu, og hvussu hon hevur kunna víst fólkunum hon býr ímillum Kristi kærleika við at kunna geva fólki sjúkraviðgerð.