Ein heilsan frá Sonna & Julie Poulsen
Julie og eg eru sum helst flestu vita á NTM skúlanum í bygdinni North Cotes stutt sunnanfyri Grimsby. Vit eru stødd í USA í løtuni og vita ikki nær vit sleppa aftur til Grimsby.
Ein andaktstanki:
Fáur mundi hugsað hvussu víðtfevndar ávirkanirnar fóru at verða eftir at tey tvey flogførini, í 2001, vórðu flogin inn í World Trade Center bygningarnar. Hjá okkum øllum sum ferðast nógv er tað vorðið ótroyttiligt við øllum eftirlitinum, spurningum og kanningum sum nú eru vorðin ein verandi partur av flogferðslu. Av hesum havi eg spælt av við fýra dýrar felliknívar, sum tá eg var barn, var vanlig “klæðnadrakt” hjá hvørjum mansbarnið í Føroyum.
Tað hava verið mangar sovorðnar stórbroytingar í menniskjans tankaskipan. Nú hoyrist longu at tann heimur sum fer at daga undan kavi eftir at Covid hevur lagt – seg á hesum sinni – fer neyvan at líkjast tí vit eru von við í dag. Ein kann bara lata hugflogið sleppa til stroks, og alt fyri eitt kann tað kennast óunniligt.
Tá Ísrael – eftir 300 árum – var farið at kenna seg hálvgum til pass í Egyptalandi, sendi Gud tænara Sín Móses til trælkaða fólk Ísraels at lata tey vita at tey nú kundu fara av landinum. Tá tey vóru komin um Reyðahavið á turrum, bjóðaðu Egyptar til; og tað var teimum ein dýrur brølari.
Hjá Ísraelsfólkið gjørdist henda útferðin ein stórbroyting í teirra tankaskipan. Egyptiska skipanin galt ikki meiri, tey vóru nú leys úr trælahaldinum. Gud hevði givið teimum tað tey aldrin kundu hugsa sær fór at henda: frælsi. Hetta frælsiðhátíðarhaldið hildu tey so á hvørjum ári. Ja, millum jødarnar halda tey hetta hátíðarhaldi við sama lagi.
Tað var undir einum slíkum frælsishátíðarhaldi at ein enn meiri víðtfevnandi tankastórbroyting gjørdist veruleiki. Hesar góðu páskir var Skaparin Sjálvur komin til Jerusalem, og eftir at Hann við deyða Sínum á krossinum orðnaði skuldarbrævið sum gekk okkum ímóti, bjóðaði Hann nú heilt og fult frælsi til øll sum alla lívstíð sína høvdu verið trælkaði undir veldi høvdinga henda heims. Næstu tríhundrað árini fóru tíðindini um hesa stórhending víða um heimin, heilt til Bretlands, Russlands, India, Miðjarhavsøkið, Etiopia og upp aftur fjarri.
Men… Enn eru tað mong tungumál sum ikki kenna frælsissøguna, um Skaparan úti á Golgata. Hvat gera vit við tað???