Himmalvend eygu!

Hvønn morgun – sum tey vóru von, ja, áðrenn fuglarnir vóru komnir fyri seg – byrjaðu tey – Insong og Sapin – dagin við sangi og bøn. – Eg lá á einum gólvteppi í húsi teirra undir einum mýggjabitaneti – og lurtaði eftir teimum. Mínu eygu vætaðust. Hetta var so vakurt at hoyra.

Insong, saman við fleiri øðrum, sum longu vóru farnir um himmalsins dyr áðrenn hann – høvdu fyrstu ferð hoyrt tey góðu tíðindini um tað, sum Jesus hevði gjørt fyri okkum, fyri umleið 60 árum síðani, tá ið nakrir trúboðarar frá NTM komu at bera teimum Guds orð, – og tað vóru fleiri, sum tóku ímóti tí.

Nú savnast ein bólkur uppá fleiri enn 100 innfødd Palawanofólk hvønn sunnudag at syngja, at biðja og at granska Gud orð.

Aðrar dagar fara tey til gongu niðan í fjøllini at bera tey góðu tíðindini til teirra felags ættarbólkafólk. Ímyndi tykkum ein slíkan gongutúr – tólv tímar hvønn vegin!

Eitt ár eftir hetta gjørdist Insong sjúkur, og læknarnir vóru ikki førir fyri at veita honum hjálp. – Men Insong var til reiðar. Hvønn dag sang hann sín yndissang á sínum egna máli, og tað var sangurin: “Stór er tín trúfesti, á, Gud mín Faðir”. Á deyðastráð helt hann áfram at syngja – heilt til hann gav upp andan.

Nú hevur Sapin mist sjónina – og mannin. – Og hóast tað – hoyrist hon framhaldandi syngja lovsang til Gud. Stórliga saknar hon mann sín, og nú  leingist henni – meira enn fyrr – eftir sínum æviga bústaði. Hóast hon hevur mist sjónina, so eru hennara andaligu eygu vorðin meira fokuserað og meiri klár. Henni leingist eftir at síggja landið hinumegin og frelsaran.

Vildi ynskt, at vit øll kundu sæð – líka klárt sum hon – landið hinumegin og dýrmetta frelsaran.

Tim Sharp

Týtt hevur Inga Simonsen 1.desember 2020