Hví læra móðurmál?

Vit senda trúboðarar út, fyri at læra móðurmál og mentan hjá fólkinum tey arbeiða ímillum. Ofta merkir at eitt ella tvey mál skulu lærast á vegnum, td. eitt høvuðsmál í landinum, sum er neyðugt tá samskift verður við mynduleikar, og síðani eitt handilsmál sum fólkabólkar, sum ikki tosa sama mál, brúka at samskifta sínamillum. Hví so ikki steðga her, og prædika á einum av hesum málunum?

Tá mann dugir høvuðsmálið, og handilsmálið, er nakað gott argument at brúka 2-4 ár afturat at læra eitt nýtt mál, og útseta løtuna har byrja verður at prædika?

BJ Sanders greiðir soleiðis frá í videobrotinum: Tá vinur mín hoyrdi orð Guds á sínum móðurmáli fyri fyrstu ferð var tað so kul. Hann peikaði á eitt stórt træ tætt við og segði: Tá eg hoyri orð Guds á handilsmálinum er tað sum eg hoyrdi tað í greinunum langt uppi, í trækrúnuni, men tá eg hoyri tað frá tykkum, á mínum móðurmáli, so er tað sum tað fer beint til rótina.

Natalie og Filip Hansen síggjast í filminum.

NTM í Papua Ný Guinea hevur gjørt hetta videobrotið.