Sorimi Nýggja Testamenti handað

Carol og Poul Joensen hava síðani 1997 virka ímillum Sorimi fólki í Papua Nýguinea. í 27 ár hava tey ótroyttiliga arbeitt við at vera Jesus hendur og føtur fyri Sørimi fólki. Tá tey fyri gott 10 árum síðani máttu flyta til Onglands helt arbeiðið á at umseta skriftina til Sorimi, og í august í ár fingu tey handað Sorimi fólkinum fyrsta eintak av nýggja testamenti nakrantíð. Ein stórhending fyri Sorimi samkomuna, og sanniliga ein varði í føroyskari trúboðanarsøgu.

Carol skrivar á sínum Facebook vanga:

So er Nýggja Testamenti handað Sorimi fólkunum.
Í 27 árini hava vit tænt Sorimi fólkunum, ígjøgnum gleði og avbjóðingar. Og vit kunnu sannførandi siga at Gud hevur víst sín kærleika og trúfesti fyri okkum og Sorimi fólkinum.
Seinastu tríggjar vikurnar í Sorimi fingu vit høvi at eggja teim trúgvandi at liva trúarlívi og vit gleddust saman við teimum. Afturat mongu praktisku uppgávunum veittu vit eisini fleiri fólkum heilsuhjálp. Dagarnir vóru langir, men ein sonn signing at kunna vera í Sorimi sum familja, og uppliva Sorimi samkomuna.
Orð kunnu ikki lýsa dagin 15. august. Nakrir av vinum okkara komu inn við flúgvara at hátíðarhalda at Nýggja Testamenti var liðugt. Sorimi fólk dansaðu ein gamlan siðbundnan dans tá flogfari lendi, og sungu síðani ein kristnan sang. Síðani greiddi Sorimifólki frá hvussu lívið var áðrenn tey kendu Orð Guds, til nú við takksemi at móttaka Nýggja Testamenti á teirra móðurmáli. Við stórari gleði bleiv Nýggja Testamenti handan hvørjum einasta trúgvandi. Gleðin var eyðsýnd. Summi góvu klemm, onnur greiddu frá síni gleði við orðum, og hjá øðrum lýsti gleðin á andlitum.
Tað var ein serstøk løta sunnudagin 18. August, tá fyrsta møti bleiv hildi har øll brúktu sínar nýggju bíbliur. Og dagarnar eftir vóru nógvar góðar løtur har vit tosaðu um týdningin av at halda seg til Orð Guds. 
Vit søgdu farvæl við blandaðum kenslum tann 22. august, og prísa Gud fyri ALT Hann hevur gjørt hesi seinastu árini, og vit gleðast at vit kundu uppliva hesar síðstu tríggjar vikurnar saman við okkara Sorimi vinum.  (Vit ætla at halda á at vitja tey).

Martin Lamb, beiggi Carol, var við til handanina. Hann og Carol eru vaksin upp í Papua Ný Guinea, har foreldur teirra virkaðu sum trúboðarar. Hann skrivar so: “Tað var eitt satt upplivilsi at síggja gleðina sum lýsti av øllum. Útrykkini av kenslunum var eyðsæð tá Nýggja Testamenti bleiv handað teim trúgvandi, og Joensen familjan bleiv umfevnd við tøkk fyri at hava halga lívi til at tæna Sorimi fólkunum.

Biðið fyri hesari vaksandi samkomuni, at teirra hungur eftir orðið Guds skal halda á, umframt hugurin at læra at lesa teirra egna móðurmál.

Niðanfyri er ein myndarøð. Carol og Martin eiga myndirnar.